Leiðarin:

Sterkur stovnsformur og føroyskur ognarskapur

Betri
6 min at lesa
Lurta

Sum limaátt felag er føroyski ognarskapurin tryggjaður og somuleiðis er tryggjað, at avlopið kemur føroyingum og føroyska samfelagnum til góðar.

Limaátt feløg er ein vælkendur ognarformur. Nærum helvtin av fíggjarstovnunum í Evropa eru, eins og Betri, skipaðir sum limafeløg. Talan er bæði um tryggingarfeløg, bankar og pensjónsfeløg.

Sterka støðan hjá hesum stovnsslagi er beinleiðis grundað á ognarháttin. Eyðkent fyri limafeløg er nevniliga, at langtíðarmál og støðufesti hava størri týdning enn stutttíðar vinningur. Tað er eisini ein sannroynd, at limaáttir fíggjarstovnar hava ein týðandi leiklut í evropeiska búskapinum, tí hesi feløg klára seg betur, tá fíggjarkreppur raka og megna í størri mun at halda fast í einum støðugum virksemi. Eisini tá tað rekur ímóti.

Kanningar hjá eitt nú Europeiska miðbankanum og Beinsure* vísa, at limaátt feløg hava eina sterka mentan og ein felagsskap, har starvsfólk og limir kenna seg sum part og eigara av felagnum. Hetta sæst m.a. í kanningum av starvsfólkatrivnaði í limaáttum feløgum mótvegis feløgum, sum ikki eru limafeløg.

Ein nýggj donsk kanning hjá tankasmiðjuni DemokratiskErhverv vísir somuleiðis, at nøgdsemið hjá kundunum í limaáttum feløgum er betri enn í fíggjarfyritøkum, sum hava annan ognarhátt.

Okkara ognarpolitikkur

Tað er hugaligt hjá okkum at vera grundað á somu meginreglur sum limafeløg í eitt nú Evropa.

Umboðsráðið hevur orðað ein ognarpolitikk, sum greinar hesi viðurskifti fyri eigarunum og felagnum. Ognarpolitikkurin lýsir m.a. meginreglurnar fyri, hvussu ognarskapurin skal útinnast, umframt at fremja opinleika og skapa álit. Felagið tryggjar ábyrgdarfullan ognarskap, tryggjar kappingarføri og framtíðartryggjar fíggjarstøðuna hjá Betri-samtakinum. Harumframt tryggjar felagið greiða kós og veitir vissu fyri, at tey strategisku, fíggjarligu og ikki-fíggjarligu áhugamálini hjá limunum verða røkt á bestan hátt.

Okkara felag eiga vit í felag. Limirnir eru í Føroyum, og vinningurin verður verandi í Føroyum. Avkastið frá øllum virkseminum hjá Betri-samtakinum kemur limunum til góðar. Hetta verður gjørt við at gjalda út limakrónur, lata stuðul til tryggleikaskapandi og samfelagsgagnlig endamál, umframt støðugt at tryggja fíggjarstøðuna hjá samtakinum.

Vinnudemokrati
Okkara felag eiga vit í felag. Tað merkir, at vit hava vinnudemokrati. Eyðkennini fyri vinnudemokrati er sjálvur ognarfrymilin. Kundin er limur, og limir eiga felagið, hava ávirkan og kunnu taka avgerðir. Limirnir velja umboð at umboða seg í hesum leikluti. Vinnudemokrati byggir á gjøgnumskygni, virkna luttøku og langtíðarmál hjá felagnum.

Bera aftur

Í hesi frágreiðing kanst tú lesa, hvar tann parturin av avkastinum, sum fer til stuðul, er latin. Eisini fært tú innlit í okkara arbeiði við at gerast meira burðardygg.

Vit hava valt at lýsa seks evni nærri. Evnini snúgva seg um tryggleika, umhvørvi, mentanararv og heilsu.

Tú kanst lesa um, hvussu Barnabati veitir børnum og ungum, sum eru í truplum støðum, ráðgeving, og um tryggleikan, ið samarittarnir hjá Reyða Krossi Føroyar skapa á størri tiltøkum, ið savna nógv fólk. Tú kanst lesa um bók, ið skal betra útbúgvingartilboðið hjá Sjónámi um trygd á sjónum, og tú kanst lesa um forkunnuga GEO-skúlan, sum Jarðfeingi skipar fyri. Somuleiðis er grein um kvæðastevnu fyri næmingar í miðdeild fólkaskúlans og grein um Meirathon, ið skal veita øllum møguleika fyri rørslufremjan.

Umframt at arbeiða fyri einum tryggum fíggjarligum undirstøðukervi í Føroyum, betra vit um karmarnar hjá sjálvbodnum áhugafelagsskapum og týdningarmiklum átøkum í Føroyum.

Tað er okkara styrki!

Evy Jacobsen, forstjóri

* beinsure.com – Beinsure er talgildur B2B-miðil, ið viðger trygging, íløgur, nettrygd v.m.

Grein 1 av 9
Víðari