Meirathon:

Øll fáa møguleikan at vera við

Betri
5 min at lesa
Lurta

Tað er trupult og mangan ómøguligt hjá teimum, ið vanliga kenna seg uttanfyri ítróttarliga felagsskapin at luttaka í mongu tiltøkunum, sum eru. Endamálið við Meirathon er at broyta hetta. Tey, sum ikki eru von at røra seg og hava tørv á tillagaðum møguleikum fyri at luttaka, skulu eisini hava ein møguleika.

Meirathon er eitt nýhugsandi og inkluderandi rørsluátak og hevur til endamáls at geva øllum møguleikan at verða kropsliga virkin óansæð kropsligar fortreytir og royndir.

– Kjarnan í átakinum er at skapa rúm, har fleiri kenna seg væl, tora at royna okkurt nýtt og gerast partur av einum felagsskapi. Meirathon snýr seg ikki um at vera fyrst og best, men skal skapa eitt trygt og rúmligt umhvørvi, har fólk sleppa at røra seg á sín egna hátt, sigur Katrin Jacobæus, stigtakari.

Tað var CF-Føroyar, sum upprunaliga tók stig til Meirathon, ið fyrstu ferð var 14. september 2025.

– Vit vilja víðka fatanina av, hvat rørslugleði og inklusión kann vera, og hvussu bæði kunnu skapa betri heilsu og sterkari sosial sambond og vera í tráð við ABC fyri betri sálarheilsu, sigur Katrin.

Ein fagnaðardagur

Dagurin 14. september 2025 fer at standa eftir sum ein minniligur dagur hjá øllum, ið luttóku. Hendan sólskynsdagin nýttu yvir 100 møguleikan at luttaka á fjølbroytta tiltakinum, sum strekti seg av Vaglinum og Yvir við Strond til Boðanesaheimið og aftur á Vaglið.

Altavgerandi fyri tiltakið er, at skaptar vera so góðar umstøður sum møguligt hjá øllum óansæð avbjóðing at luttaka.

– Vit settu okkum í samband við øll feløgini undir MEGD og spurdu um tillagingar í umhvørvinum, so vit kundu fyriskipa alt á bestan hátt. Vit fingu veruliga roynt hetta i verki og lærdu eina rúgvu til komandi Meirathlon, greiðir Katrin Jacobæus frá.

Dagurin byrjaði við Sumba á Vaglinum og endaði við føroyskum dansi. Nógv hjálparfólk skuldu sjálvandi til at fyriskipa, men tað stóð ikki á. Eitt nú var kurvabólsfelagið Spordrekin við. Tey ansaðu ikki bara bilum o.ø., men luttóku aktivt við ymiskum kappingum á leiðini.

Eisini var eitt triatlon fyriskipa, sum m.a. umfataði eitt sentimeturmaraton, ið rakk av Vaglinum oman til Niels L. Arge. Umleið 420 metrar.

– Dagurin eydnaðist so ómetaliga væl. Veðrið var av tí allar besta, og eg haldi øll vóru veruliga ‘high’, tá vit við Fóvini Bænadiksson settu punktum á Vaglinum, sigur Katrin.

Meira enn ein dagur

Meirathon er meira enn ein dagur. Meirathlon er eitt stig í eini langtíðarætlan at skapa betri atgongd til rørslu fyri øll.

– At skipa fyri einum dagsaktiviteti sum hesum er sera krevjandi, og ivasamt er, um vit fara at brúka júst hendan háttin aftur. Í løtuni fyrireika vit í staðin at víðka onnur rørslutiltøk, so tey eisini rúma meirathonhugsjónini, sigur Katrin.

Felagsskapurin CP Føroyar, ið eru stigtakari, arbeiðir fyri rættindum og trivnaði hjá fólki við Cerebral Palsy. Meirathon fevnir tó væl breiðari enn so. Tiltakið er fyri øll, ið ikki eru von at íðka, og øll, ið mangla eitt trygt stað at byrja.

Saman við m.a. Parasport Føroyar, ÍSF, ABC fyri sálarliga heilsu og MEGD verður Meirathon eitt felags átak, sum skal broyta okkara fatan av atgongd til rørslu og íðkan. Tað handlar um at geva einstøkum styrki og at skapa ein felagsskap, har eingin verður gloymdur.

– Vit vilja skapa eitt rørsluumhvørvi, har tað týdningarmesta ikki er, hvussu langt tú rennur, men at tú hevur tað gott og kennir teg vælkomnan. Vit vilja loyva teimum, sum bera brek at droyma stórt, sigur Katrin Jacobæus.

Meirathon skapar nýggjar møguleikar, víðkar mørkini og styrkir eina mentan, sum er kjølfest í grundhugsanini um, at rørsla er fyri øll.

Aftur
Grein 5 av 9
Víðari